Reiðfólk hava góðar vónir

Tað var eingin broyting í nevndarsamansetingini hjá Ríðisambandi Føroya, tá aðalfundurin var hildin nú sunnumorgunin

Símun Skaalum og Zacharias R. Jacobsen stóðu fyri valið og teir vóru báðir afturvaldir. Nevndin skipaði seg soleiðis, formaður, Brandur í Dali, næstformaður Zacharias R. Jacobsen, nevndarlimir Símun Skaalum og tiltakslimir Jón Nónklett.

 

Aðalfundirin var samdir um, at koronaárið 2020 hevði sínar avbjóðingar, men at vónirnar frameftir vóru góðar. Serliga fegnast reiðfólk um, at felagsskapurin vær víðkaður við nýggjum limafelagið í farna árinum, reiðfelagið Sleipnir við heimstaði í Lamba. 

 

Á myndini, sum er at síggja oman fyri, eru f.v. Símun Skaalum, Jón Nónklett, Brandur í Dali og Zacharias R. Jacobsen