Reiðarí keypt grundøki í handilsgøtu í Havn

Reiðaríið Framherji hevur keypt eitt grundøki í Dr. Jakobsensgøtu í Havn. Talan er um grundøkið, har húsini hjá Bena Wardum stóðu. Húsini vóru fyri eini tíð síðani tikin niður, og ætlanin var at byggja nýggj handilshús á økið.

 

Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, váttar fyri info, at Framherji hevur keypt grundstykkið, men at enn er støða ikki til, hvat stykkið skal brúkast til.

 

Hans Bærent Wardum, vanliga nevndur Bena, og konan Katrina keyptu húsini í Dr. Jakobsensgøtu 1956, og fluttu tey tá av Landavegnum úti við Vesturkirkjuna oman í býin. Bena var møbilsnikkari. Pápi hansara, Hans P. Poulsen hevði tá havt snikkaravirki í Hornabø í eini 30 ár. Bena hevði møblaverkstað og seldi møblar.

 

Húsini hjá Bena fóru illa av eldi í 1966, og tá gavst hann við handlinum og verkstaðnum.

 

Húsini høvdu staðið tóm leingi, tá tey vóru tikin niður fyri nøkrum árum síðani.