Tað er týdningarmikið, at einstaki limurin frammanundan eitt nevndarval ger sær greitt, hvat tíð nevndar-arbeiðið tekur, og hvat tíð tað krevur til fyrireiking.
Nýggjastu altjóða tilráðingarnar vísa á, at ein limur, sum eisini er stjóri ella leiðari í einari virknari fyritøku, ikki eigur at hava meira enn 3 vanligar nevndarpostar, ella 1 sum formaður og 1 sum vanligur limur. Bara serligar umstøður gera, at víkjast kann frá hesum.
Roknað verður við, at talan er um professionelt nevndararbeiði og at nevndarlimir taka nevndar-arbeiði í álvara.
Tórshavn tann 18. november 2002
Reidar Nónfjall