Samferðsla
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
- Vit hava leingi verið varug við trupulleikan í Klaksvík, og vit hava eisini kannað, hvørjar møguleikar vit hava fyri at betra um støðuna, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.
Hann greiðir frá, at ein loysn kundi verið at sett Ternuna inn í leiðina, og síðan kundi ferðslan verið sundurskild soleiðis, at Dúgvan tók tann tyngra flutningin, meðan Ternan kundi tikið persónbilar og fólk annars. Men hetta er samstundis ein kostnaðarmikil loysn, og er av í sama vorðin ein politiskur spurningur.
- Men vit hava so sent uppskotið víðari til avvarðandi myndugleikar. Hervið hava vit gjørt alt, sum vit kunnu gera, sigur Reidar Nónfjall.
Fyri nøkrum árum síðani røkti Ternan leiðina um Leirvíksfjørð einsamøll, men trupulleikar stungu seg eisini upp við hesi loysnini.
- Tá hugsaðu vit frameftir og uppgraderaðu Dúgvuna, soleiðis at hon kundi setast inn í leiðina ístaðin, greiðir Reidar frá.
Hetta var ein sera kostnaðarmikil íløga, sum ikki varð eins væl móttikin av øllum. Onkur spurdi, um hetta veruligt var eitt neyðugt stig at taka.
- Gongdin tey seinastu árini hevur tó víst okkum, at avgerðin var røtt. Vinnulívið í Føroyum hevur staðið í blóma, og hetta veksur eisini um samferðslutrýstið kring landið, sigur Reidar.
Hann greiðir víðari frá, at uppgávan hjá Strandferðsluni er fyrst og fremst at binda oyggjarnar saman, men hetta kostar samstundis nógvan pening.
Tey seinastu árini eru umstøðurnar í Føroyum eisini munandi betraðar, men trupulleikin er bara, at øll flutningsamboðini gerast gomul samstundis. Tí kann tað virka sum ein øgilig íløga hjá politisku myndugleikunum at finna fleiri nýggj flutningsamboð um somu tíð
- Tí er neyðugt við eini langtíðarætlan, eisini frá tí politisku síðuni, heldur stjórin á Strandferðsluni.