Óreiðiligir flokslimir

Í fjør vórðu umleið 115.000 fólk koytd úr kommunistaflokkinum í Kina, tí tey høvdu svikað ella framt annað lógarbrot. Tað svarar til tvey prosent av limatalinum, skrivar almenna tíðindastovan Xinhua.

Í 2004 mistu 24.000 fólk limaskapin í flokkinum, og 15.000 teirra vórðu meldað til løgregluna. Xinhua sigur ikki, hvussu nógvir flokslimir vórðu meldaðir til løgregluna í fjør.