Reiðarin skjýtur fyrst og spyr aftaná

Blíva vit við at góðtaka slíkt, so kunnu vit tað saman lata vera við at gera nakran sáttmála, og tá er heldur ikki brúk fyri Fiskimannafelagnum, staðfestir Jan Højgaard.

 

Jan Højgaard, formaður í FF, er eisini forsyndaður um støðuna, har Norðingur ikki vil fylgja sáttmálanum.

- Tað var ein feilur tá, at vit ikki hildu fast í tí, sum Slættaberg-avtalan segði, og sum eisini var fortreytin fyri at gera hana, nevniliga at hon bert skuldi galda til ársenda 2012. Men vit góðtaka sjálvandi ikki, at hon nú bara verður flutt á eitt annað skip, sigur hann.

 

Tað er í sambandi við, at Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, hevur kært Norðing fyri ikki at halda galdandi føroyskar sáttmálar. Norðingur, sum Næraberg eigur, luttók herfyri á almennu uppboðssøluni. Axel Hansen heldur, at Vørn átti at havt noktað skipinum luttøku.

 

Seravtalan fyri Slættaberg loyvdi einum býtisprosenti á 17,5, sum er galdandi fyri veiðibólkin nótaskip. Avtalan varð gjørd í 2012, tá Slættaberg kom í flotan, og skuldi bert verða galdandi fyri tað árið. Kortini bleiv avtalan við hesum lægra býtisprosentinum brúkt, til Norðingur varð keyptur í staðin fyri Slættabeg í fjør.

 

Skjýtur fyrst, spyr aftaná

- At reiðarin fer út og keypir eitt skip, sum hoyrir til ein ávísan veiðibólk, fyri síðani at krevja, at skipið skal ganga undir treytirnar í einum øðrum veiðibólki, uttan nakra sum helst avtalu um hetta, tað gongur bara ikki. Slættaberg-avtalan gekk av røttum út í 2012, og nú er talan um eitt heilt annað skip. Hetta við at skjóta fyrst og spyrja aftaná, tað finna vit okkum ikki í longur, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

 

Hanus Hansen reiðari hevur fingið manningina á Norðingi at ganga við til at brúka Slættaberg-avtaluna og lønast við 17,5 prosentum í staðin fyri 27. Eisini hava hini bæði manningarfeløgini góðtikið hetta.

 

- So mikið fyri samanhaldið millum manningarfeløgini, men tað kostar jú hvørki maskinmeistarunum ella navigatørunum eitt oyra at skifta ímillum ídnaðarsáttmálan og nótasáttmálan, tí eykapartarnir hjá yvirmonnunum vaksa so ógvusliga við nótasáttmálanum, at teir uppviga tað, sum mist verður í vanliga manningarpartinum, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum

 

- Men menninir á dekkinum missa eina rúgvu, 9,5 prosent. Kortini eydnast tað reiðaranum at draga teir upp á tráð við at ræða teir við, at skipið bara verður selt aftur, um tað skal koyra eftir ídnaðarsáttmálanum. Soleiðis at hótta menn til illoyalitet við at fara eftir teirra livibreyði, tað er sera, sera ódámligt, sigur Jan Højgaard.

 

Sáttmálin skal haldast

- Vit kunnu heldur ikki brúka sovorðnar avtalur við einstakar manningar til nakað. Vit gera sáttmálar vegna arbeiðspláss, sum í okkara føri eru býtt millum ymiskar veiðibólkar. Vit hava ein sáttmála at halda okkum til hesum viðvíkjandi, ein sáttmála, sum Føroya Reiðarafelag, har reiðaríið hjá Norðingi eisini eru limur, skrivaði undir so seint sum í fjør, sigur Jan Højgaard, sum nú lovar, at ongar seravtalur skulu gerast framyvir, tí royndirnar av teimum eru so ringar.

 

- Í hesum førinum verður vælvildin misnýtt upp á tað grovasta, og menn verða settir upp ímóti teirra egna fakfelag. Blíva vit við at góðtaka slíkt, so kunnu vit tað saman lata vera við at gera nakran sáttmála, og tá er heldur ikki brúk fyri Fiskimannafelagnum, staðfestir Jan Højgaard.