Fyri stuttum bórust tey tíðindi, at eitt svenskt reiðarí hevði skrásett eitt av sínum kemikaliutangaskipum undir FAS við Nólsoy sum heimstaði. Talan var um Fure Star.
Reiðarin, Lars Höglund, greiddi tá í Sosialinum frá, at orsøkin til, at teir valdu júst Nólsoy var, at hon var fyrsta oyggin sum gav le, tá teir komu undir land í baldrutum veðri.
Ein onnur orsøk var eisini, at reiðaríið Fure Tankers hevur heimstað á einari lítlari oyggj í svenska skergarðinum út fyri Göteborg, Donsö, og tí fall tað nátúrligt, at velja eina lítla oyggj í Føroyum sum heimstað hjá skipunum.
Lars Höglund greiddi á túrinum til Nólsoyar við bjargingarbátinum LÍV frá, at hetta var fyrstu ferð, at hann setti fótin á land í Nólsoy, tó at hann mangar ferðir hevði skoða inn á oynna. Hann greiddi eisini frá, at hann á mongu ferðum sínum í Føroyum ofta hevði hoyrt menn tosa um bragdið hjá Ova Joensen.
Nú hann, saman við fíggjarstjóranum og grannskoðaranum, er í Føroyum at hava fund við FAS, helt hann tað verða rímiligt, at fundurin varð hildin í Nólsoy, soleiðis sum stjórin á FAS, Tommy Petersen, skjeyt upp.
Spennandi útlit
Lars Höglund kundi á ferðini upplýsa, at eitt systirskip til Fure Star verður skrásett í FAS í hesi vikuni, og at eitt triðja skip hjá reiðarínum verður skrásett í september. Hetta skipið er nakað størri enn hini bæði fyrstu, og øll verða skrásett við Nólsoy sum heimstaði.
Svenski reiðarin upplýsti eisini, at á Dansö, har reiðaríið hevur heimstað, eru fleir onnur reiðarí, og at tilsamans 50 skip eru heimahoyrandi har. Tað er ein góður møguleiki, at fleiri av hinum reiðaríunum velja at skráseta síni skip undir FAS eisini.
- Tey halda eyga við, hvussu leikur fer hjá okkum, sigur Lards Höglund.
Tey seks skipini, sum Fure Tankers eiga, hava verið skrásett undir NIS, sum er norska altjóða skipaskrásetingin, og tað er helst broytingin í reglugerðini fyri FAS sum ger, at útlendsk reiðaríir nú velja at skráseta síni skip í Føroyum.
Í løtuni eru eini 35 skip skrásett í FAS, men við Fure Tankers sum slóðbrótara er væl hugsandi, at talið fer at økjast munandi komandi mánaðirnar.










