Reiðari: Veit ikki hvat nú hendir við Varðanum Pelagic

Vit hava bygt virkið undir øðrum fortreytum

Jákup Jacobsen, reiðari, sigur við vp.fo í kvøld, at nýskipanin av fiskivinnuni, sum varð samtykt í kvøld, merkir, at fyritøkan hevur bygt eitt ov stórt virkið á Tvøroyri. 

 

 

- Vit vita ikki, hvussu verður við virkinum á Tvøroyri, um tað verður til nakað ella ikki, ella um tað fer at koyra við hálvari ferð. Vit hava lagt 500 milliónir í Varðan Pelagic, og við hesum uppskotinum, sum nú er samtykt, so hava vit bygt tað undir øðrum fortreytum enn teimum, sum nú eru skotnar út í kortið, sigur hann við vp.fo í kvøld. 

 

 

Virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri brendi illa fyrr í ár, men eigararnir av virkinum lovavðu at kalla beinan vegin eftir hendingina, at virkið skuldi uppaftur við bræði. Og síðani hevur man arbeitt við at fáa virksemi á føtur aftur. Men í kvøld sigur also Jákup Jacobsen, at hann ivast í, hvat nú skal henda við virkinum. 

 

 

Meira um nýggju fiskivinnulóggávuna á in.fo um eitt bil.