Reiðari: Fiskivinnan verður á enn færri hondum

Reiðarin Anfinn Olsen roknar við, at fiskivinnan frameftir verður savnað á enn færri hondum, enn hon er í dag.

Tað sigur hann í viðmerking um fiskivinnunýskipanina, sum hann hevur sent miðlunum.

- Samgonguleiðararnir kæra sína neyð um, at fiskivinnan er savnað á færri hondum. Tað er ein nátúrlig fylgja av teimum rationaliseringum sum eru gjørdar og tí teknisku menning, sum hevur verið. Henda gongdin fer at halda fram, og fiskivinnan verður á enn færri hondum, um tær neyðugu tillagingarnar verða gjørdar í heimaflotanum, sigur Anfinn Olsen.

- Samgongan leggur stóran dent á, at nýggir aktørar skulu sleppa framat í vinnuni, men tað er ein dreymur, sum bara kann gerast veruleiki, um vit koyra fleiri skip út at fiska somu fiskar. Fleiri skip merkir, at bæði rakstrar og íløguútreiðslurnar gerast størri, og tí verður avlopið minni burtur úr somu fiskum. Harvið verður minni til landskassan og okkum øll, heldur hann.

- Tað er rætt tá samgonguleiðararnir siga, at flotin er gamal og niðurslitin. Seinastu 10 árini er er onki nýtt skip bygt, fyrst og fremst tí at politiski váðin hevur verið ov stórur. Nú eitt gott ár er eftir av upsagnartíðini, vita vit framvegis ikki hvat fer at henda. Verða ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, um øll fiskirættindi skulu seljast á uppboðssølu til veruleika, so verður heldur ongin endurnýgging av flotanum í framtíðini.

Viðmerkingin hjá Anfinni Olsen kann lesast í fullum líki her.