Føroya Reiðarafelag ger í tíðindaskrivi í dag aftur vart við, at felagið á ongan hátt tekur undir við, at partur av fiskirættindum verða seld á uppboðssølu í ár.
Felagið sigur, at rættindini sum eru galdandi í løtuni, standa við til 1.januar 2018 og tí heldur felagið, at stórur ivi er um, um tað almenna kann taka av rættindunum nú.
Felagið finnist eisini hvassliga at, at í lógaruppskotinum verður sagt, at tað er reiðarin, sum einsamallur skal gjalda fyri keyp av fiskirættindum. Tað skal ikki ávirka hýruna hjá manningini.
Hetta heldur felagið er at gera seg inn á viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.
-Til viðgerðina í løgtinginum seinnapartin í dag kann tí gerast áhugavert at hoyra, hvørja støðu tingfólk hava og hvussu tey ætla at rættvísgera ætlaðu innitrivini í veiðirættindini og í lønarsáttmálarnar.
-Í rættarsamfelagnum virða myndugleikarnir landsins lógir og avmarkingarnar fyri, hvussu myndugleikin útinnir vald mótvegis borgarunum. Rættarsamfelagið verjir allar samfelagsbólkar, eisini teir, sum í ávíst tíðarskeið hava rætt at gagnnýta landsins tilfeingi, sigur Føroya Reiðarafelag at enda í einum tíðindaskrivi.










