Tað er rættuligur spenningur í makrelmálinum, og størsta vónbrotið og rættuliga særandi kennir formaðurin í Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, tað vera, at norska reiðarafelagið kastar føroyingum fyri ránsveiðu, ófráboðaða og ikki skrásetta veiðu og meiri av somu skuffu. Føroya Reiðarafelag svarar nú aftur til tað, sum felagið kennir at vera øgiligan ágang frá ES og Noregi.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, heldur, at tað eru grannatjóðirnar, sum við sínum atburði undir samráðingum hava trýst føroyingar at seta eginkvotu, og tað sigur hann seg vera fegnan um:
Nú hava vit veruliga kunna prógvað okkara pástand, um at makrelur er í stórum nøgdum í føroyskum sjógvi. Harafturat eru fyri fyrstu ferð gjørdar eggkanningar við Føroyar, fyri at vita um makrelurin eisini gýtir her, og tað ger hann í stóran stíl - yvir alt okkara havøki.
Eisini hava vit í fingið prógvað, at tað mesta av tilvøkstrinum hjá makreli ferð fram, meðan hann er í føroyskum sjógvi - seinastu tveir mánaðirnar hevur økingin verið uml. 20%.
Tað er ikki lukkuligt sum skotar leika í, vit verða avhølvaðir í bløðum og portalum og lagdir undir ránsveiðu í føroyskum sjógvi - Vit kundu spurt, hvat feilar teimum? Øll árini vit hava verið í Strandalandaavtaluni við ES og Norra, hevur ES einvegis sett sær ein sokallaðan Suðurkompunent. Hesin suðurkomponentur saman við skrásettari útblaking og ovurfisking, er íalt dupult so nógv, sum tann parturin vit hava lagt omaná kvotuna, eftir gamla strandalandabýtinum.
Størsta vónbrotið og ógvuliga særandi er tó at síggja, tað sum norska reiðarafelagið kastar okkum fyri. Vit hava sæð úttalilsir um ólógliga veiðu, IUU ?Illegal Unregistered Unreported? fiskiskap, ránsveiði og annað av somu skuffu.
Revsingin kom eisini promte, tá Føroyingar endiliga dittaðu sær, at áseta sær egna kvotu í egnum sjógvi ? Allar norskar havnir stongdar fyri Føroyskum skipum, og sum um tað ikki var nokk, so gera norðmenn alt tað teir kunna fyri at fáa ES at gera tað sama.
Norra hevur eisini ásett eyka kvotu fyri 2010. Sum er íalt uml. dupult so stór, sum tann parturin vit hava lagt omaná kvotuna, eftir gamla strandalandabýtinum.
Serfrøðingar vísa á, at havnar stongsulin, hjá norðmonnum, fyri føroyskum landingum av makreli, beinleiðis stríður ímóti altjóða lóg og teimum handilsavtalum Føroyar hava við Noreg.
Formaðurin í Fiskebåt ?Audun Mårak? veit sjálvandi væl, at vit Føroyingar gera onki ólógligt, og áttu teir at hildið seg verið ov góðar til tílíka útspilling og hernaðarferð ímóti Føroyum ? tosa vit her um eina brøðratjóð?
Hesin útlendski ágangurin eigur at læra okkum Føroyingar, at vit fáa onki við dyrnar frá ES og Norra, men mugu berjast fyri okkara rættindum, ja, sjálvt fiskin, sum svimur í Føroyskum havøki.
Fiskiskapur er so týðandi fyri okkum, og hesin ágangurin eigur at binda okkum tætt saman, soleiðis at vit standa sum ein maður ímóti hesum órættvísið vit uppliva í dag, sigur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag á heimasíðu felagsins.