Reiðarar stíga varisliga

Hvørki stjórin í Reiðarafelagnum ella stjórin í felagnum Nótaskip vilja geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum góð ráð um, hvussu treiskan teir halda hann eiga at verða í dystinum um makrelbýtið næsta ár. Men teir halda, at hann gjørdi rætt, tá hann einsæris tillutaði Føroyum stóru kvotuna í ár

Í ár sluppu línuskipini á Flem­ish Cap í staðin fyri sum í fjør at fáa eginkvotur av makreli at selja víðari. So­statt vórðu línumenninir væl kyrr­aðir, áðrenn lands­stýris­ma­ð­urin í fiski­vinnu­málum 21. mai gav leyst at fiska makr­el, og sum heild hevur ikki verið sami goragangur – hvørki í vinnu­ni ella politiskt – um makrelbýtið í ár, sum tað hevur verið hini árini, síða­ni makrelævintýrið av ál­vara byrjaði fyri fýra árum síða­ni.
Onkur skipabólkur hevur tó kent seg fyri vanbýti, eitt nú garnaskipini, tí tey kundu ikki fiska tillutaða makrel-kvotu­partin við teirra reið­skapi, og tá talan er um felags­kvotu, ber heldur ikki til at selja kvotuna.
Men annars hava at­finn­ing­ar­nar meira snúð seg um vánaligu prísirnar og skerdu møguleikarnar at sleppa av við fiskin á felti­num sum av­leið­ing av silda­boy­kott­i­num hjá ES heldur enn um innan­hýsis býtið her heima.

Batnað sam­ráðingarstøða
- Eg haldi, at vinnan sum heild er nøgd, og eftirsum bæði makrelstríðið og silda­stríð­ið enn eru óloyst, hevur tað eisini stóran týdning, at vit klára at fiska tað, sum vit áseta okkum av kvotu. At vit hava víst, at vit klára at fiska so nógv í okkara egna sjógvi setir okkum í eina betri støðu við samráðingarborðið, sig­ur Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag, sum júst er afturkomin úr Lon­don, har hann hevur lut­tik­ið í samráðingunum um makrel­býtið næsta ár.
Onki endaligt úrslit spurd­ist burtur úr hesum sam­ráð­ing­ar­umfarinum, men tó at kortini verða hild­in tætt at kroppinum, so er greitt, at bjartskygnið hjá før­oysku sendinevndini nú er væl størri, enn tað hev­ur ver­ið í fleiri ár. Og sam­ráð­ing­ar­nar verða upp-aft­ur­tikn­ar um nakrar vikur.
Herálvur Joensen er tó varin við at koma við góðum ráðum og hevur onga viðmerking til avgjørda krav­ið hjá Jacob Vestergaard um, at Føroyar skulu hava um­leið 15 prosent av allari strand­ar­landakvotuni.
Men hinvegin heldur stjórin í Reiðarafelagnum, at tað var rætt av lands­stýris­manninum einsæris at áseta okk­um stóru kvotuna í ár, sjálvt um hetta elvdi til stóra øsing í ES og Noregi.

Nógv sild uppi í
- Tað ræður um at kenna sína vitjunartíð. Eg haldi, at flest øll í vinnuni eru samd um, at tað var rætt at áseta okkum so stóra makrel­kvotu. Kanska eru øll tó ikki eins samd, tá tað kemur til sildina, men eg gangi út frá, at vit eisini klára at fiska ta kvotuna upp, tí besta sildatíðin er beint fyri framm­an, sigur Herálvur Joen­sen og leggur afturat.
- Ósemjan, sum er um silda­kvotuna, snýr seg tó um, nær rætta løtan er at spæla við vøddunum og ikki um, hvørt vit hava rætt til meira sild, enn gamla strand­ar­landa­av­talan gav okkum. Eg haldi, at øll eru samd um, at tann kvotan var ov lítil. Og ak­tør­ar­nir í vinnuni – eisini teir, ið verða harðast raktir av boykottinum – vita, at tað kann vera ringt at fiska makrel­in reint. Tí hevði váðin fyri, at vit ikki megnaðu at fiska markelkvotuna, verið stór­ur, um vit ikki eisini øktu silda­kvotuna.
Stjórin í Reiðarafelagnum held­ur, at støðan til føroysku makrel­kvotuna er broytt í ES.
- Føroyar standa ikki long­ur so einsamallar í makrel­málinum. Vit síggja, at aðrir part­ar, kanska serliga ES, tykj­ast sinnaðir at flyta seg og ásanna, at Føroyar eiga rætt til størri kvotu. Vit hava víst, at nógv er til av makreli í føroyskum sjógvi. Tað er tað týdn­ing­ar­mesta. Vanliga er eisini lættari at geva frá sær, tá nógv er til. Og allir partar eru nú samdir um, at tað er heilt nógv til av makreli, sum nógv økta ICES-tilmælið eisi­ni vísir. Eisini duga tey flestu at síggja, at vit mugu fáa eina semju aftur um makrelbýtið, sigur Herálvur Joensen.

Vilji til semju
Jógvan Jespersen, stjóri í Felag­num Nótaskip, tók eisini lut i samráðingunum í London 23. og 24. oktober. Hann hevur onga almenna mein­ing um, hvussu stórt polit­iskt trýst Føroyar eiga at legg­ja á hini strandarlondini í makrelsamráðingunum hesa­ferð, men eisini hann held­ur, at hýrurin er nógv broyt­t­ur til tað betra und-ir samráðingunum nú saman­bor­ið við undanfarin ár.
- Eg havi ongantíð merkt so stóran vilja til at røkka eini semju sum hesaferð, sig-ur hann.
Hann fegnast eisini um, at stóra makrelkvotan í ár at kalla er fingin til høldar.
- Vit síggja eisini eina sera spenn­andi gongd við støðugt longri háárstíð fyri makrelin. Í 2010 endaði fiskiskapurin 10. September, í 2011 endaði hann 23. September, í fjør um hesa tíðina, og í ár er kvot­an uppfiskað, men nú er knappliga ov mikið til av stórum makreli í okkara sjóg­vi, sum ikki er í norskum sjóg­vi.