Reiðarar og manningar samráðast:Í ávísum førum krevja reiðarar at hýran lækkar

Reiðarar og manningarfeløg eru farnir undir samráðingar um nýggjan sáttmála, men enn eru tey ongan veg komnir

Áki Bertholdsen


Á nýggjárinum gongur sáttmálin ímillum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini út.

Og samráðingar um ein nýggjan sáttmála eru byrjaðarar.

Higartil hevur tað bara verið ein samráðingarfundur verið við Fiskimannafelagið, ein fundur hevur verið við Maskinmeistarafelagið og tveir fundir hava verið við Skipara & Navigatørfelagið.

Men enn eru partarnir ongan veg komnir. Men møguleiki verður fyri at longja sáttmálan nakrar dagar inn í nýggja árið, um samráðingarnar ikki verða lidnar.

Tað er Reiðarafelagið sum hevur sagt sáttmálan upp.

Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum sigur, at tað eru ávís viðurskifti í sáttmálanum, sum reiðararnir vilja hava í rættlag, sum hann málber seg.

Hann sigur, at eitt er, at uppsagnarreglarnar mugu gerast greiðari.

? Okkurt manningarfelag tulkar uppsagnarreglarnar øðrvísi enn vit gera tað og tí er neyðugt at fáa greiðari reglar.

M.a. heldur reiðarafelagið, at fiskimaður skal ikki hava løn, tá ið skipið verður lagt av tí, at ongin kvota er, av fíggjarligum orsøkum o. tíl.

Somuleiðis er ósemja um ymsar bonusskipanir við teimum stóru frystitrolarunum.

? Vit meina, at bonusskipanirnar eru niðurfrystar, men tað halda manningarfeløg ikki.

? Tí mugu vit fáa viðurskiftini greið, sigur Jákup Sólstein


Báðum pørtum til góða

Annars krevja reiðararnir í ávísum førum, at hýrurnar lækka.

M.a. meina teir, at orðini í sáttmálunum um, at ?rationaliseringar skulu koma báðum pørtum til góðar? skulu setast í verk.

? Vit halda t.d., at tá ið manningatalið lækkar, eigur ikki bara manningin at fáa meiri í part, reiðaríið má eisini fáa eina sparing burturur.

T.d. fáa yvirmenninir væl meiri burturúr, tess færri menn eru við.

? T.d. eru tað yvirmenn, sum fáa fleiri partar.

? Fáa eitt nú 16 mans við einum skipi 160.000 at býta, fáa teir 10.000 í part.

Men vóru 12 mans við skipinum, fáa teir 13.333 í part.

? Men yvirmenninir fáa fleiri partar.

Ein yvirmaður, sum fær tveir partar, fær 20.000 krónur, tá ið 16 mans eru við, men hann fær 26.666 krónur, tá ið 12 mans eru við - og hesar somu 160.000 krónurnar eru at býta

Jákup Sólstein sigur, at reiðararnir vilja hava hendan automatikkin burtur úr sáttmálanum, so at reiðararnir eisini fáa eitt sindur burturúr teirri sparing sum stendst av, at færri mans eru við einum skipi.

Tilsamans er talan um eina hýrulækking í ávísum førum uppá 2-4%, sigur Jákup Sólstein.

Men hann leggur afturat, at hýrulækkingarnar, sum reiðararnir vilja hava, liggja ikki bara í, at automatikkurin, sum liggur í, at tess færri mans, tess meiri hýru, verður tikin av.

?Í ávísum førum verður kravt, at hýrurnar lækka. eitt nú yvirmannapartar.

? T.d. krevja vit, at parturin hjá yvirmonnum á línubátum fer munandi niður, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.