Reiðarar og fiskimenn skulu betala sína egnu minstuløn

Nú vil samgongan sleppa undan at betala minstulønina hjá fiskimonnum, tí tað skulu reiðarar og fiskimenn sjálvir betala

Tað er skeivt, at landskassin skal betala minstulønina hjá fiskimonnum, tí tað er ikki annað enn ein studningur til vinnuna.

Tað er ein av semjunum, sum samgongan er komin til í illa umstrídda ólavsøkupakkanum hjá samgonguni.

Samgongan er sostatt samd um, at hereftir skal landskassin ikki longur betala minstuløninar til fiskimenn, tá ið fiskiskapurin svíkur.

Samgongan skal sostatt ikki verða trygdin fyri, at fiskimenn fáa eina rímiliga hýru. Hereftir skal einasta uppgávan hjá landskassanum tískil vera at geva fiskimonnum somu trygd, sum aðrir løntakarar hava og tað er at tryggja teimum, at teir ikki missa hýru, tá ið reiðari fer á heysin og ikki longur klárar at betala. Til hetta endamálið varð Trygdargrunnur Løntakaranna stovnaður í sínari tíð.

Hinvegin heldur samgongan, at inntøkutrygdin eigur at verða ein spurningur millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini og tað skulu vera tey, sum avgera, hvussu inntøkutrygdin verður skipað frameftir. Men tilfeingisgjald á fiskivinnuna fer ivaleyst eisini at gerast partur av slíkari skipan, sigur samgongan.

Eitt, sum samgongan hugsar sær, er, at ein serskipan verður gjørd í ALS, har reiðarar og fiskimenn betala eitt ávíst gjald, sum síðani skal fíggja inntøkutrygdina.

Á fíggjarlógini í ár eru 24 milliónir settar til inntøkutrygd hjá fiskimonnum, men tað munar lítið, tí veruligu útreiðslurnar verða einar 40 milliónir.

Les eisini greinina: hava onki at betala við