Reiðarar mugu vísa serliga ábyrgd ímóti samfelagnum

? Ein máti kann vera at leggja eitt serligt avgjald á fisk, sum fer óvirkaður av landinum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Men hann sigur ikki, at hetta er tað rætta

Kostnaðarstøðið

? Ein máti kann vera at leggja eitt serligt avgjald á fisk, sum fer óvirkaður av landinum.
? Hinvegin skal eg ikki siga, at hetta er tað rætta. Men eg skilji sjónarmiðið!
Johan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, skilir tey, sum halda, at landið eigur at leggja eitt serligt avgjald á fisk, sum fer óvirkaður av landinum.
Men hann leggur kortini afturat, at hetta er ein ógvuliga fjøltáttaður spurningur og hann sigur ikki, at eitt avgjald er tað rætta.
Hann leggur eisini dent á, at arbeiðsgevarafelagið hevur ikki viðgjørt hendan spurningin enn, so hansara hugsan stendur fyri egnu rokning.
Men at tankin kemur fram, undran hann ikki.
?Tað eru ikki so nógv ár síðani, at øll kundi fiska, sum teimum lysti. Ein og hvør, sum átti pening, kundi útvega sær skip, sum honum lysti, hann kundi fiska har honum lysti, hann kundi selja fiskin har honum lysti og hann keypti sínar vørur og tænastur har honum lysti.
? Og hóast fiskivinnan fekk næstan eina hálva milliard í stuðuli afturat, fór hon so logandi á heysin, sjálvt um hon hevði fullkomiliga fríar ræsur at virka.

Hava latið fiskiloyvið inn
Síðani eru stórar avmarkingar settar í gildið.
? Tað, sum er hent, er, at allir føroyingar gjørdu eina semju. Hendan semjan var í veruleikanum tann, at allir føroyingar lótu síni fiskiloyvi inn, so at nakrir heilt fáir reiðarar kundi fáa tey fyri einki.
Men tað hevur Johan Páll Joensen ikki stórvegis trupulleikar av, tí tað er ikki her, at trupulleikin liggur,
? Men teir fáu, sum síðani hava fingið fiskiloyvi frá øllum føroyingum, eiga at vita, at teir hava skyldu til at vísa eina heilt serliga ábyrgd mótvegis samfelagnum.
? Tað mugu teir hava. Vit eru samd um at rættindini hjá næstan øllum føroyingum skuldi avmarkast og leggjast upp í hendurnar á nøkrum heilt fáum. Tí mugu teir, sum hava fingið hesi framíhjárættindi, eisini vera greiðir yvir, at teir hava eina heilt serliga ábyrgd ímóti øllum hinum føroyingunum.
? Men hetta er eitt ógvuliga trupult mál og hvussu hendan ábyrgd skal vísast í verki, veit eg ikki.
? Eg veit heldur ikki um hon skal síggjast aftur í einum serligum avgjaldi á fiski, sum fer óvirkaður av landinum.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað felags endamálið hjá okkum øllum eigur at vera, at vit byggja eina framleiðslu upp í Føroyum.
Hann sigur, at keypir eitt virki í Føroyum eina hýsu fyri 10 krónur, kann virkið økja virðið á henni upp í 15 krónur.
? Øll hendan virðisøkingin fer í umfar í føroyska samfelagnum og kemur sostatt okkum øllum til góðar.
Men verður ein hýsa seld uttanlands fyri 10 krónur, fáa vit onga virðisøking.
? Verður fiskurin seldur uttanlands, missir føroyska samfelagið eina munandi virðisøking. Tí skilji eg væl teir politikarar sum vilja leggja eitt ávíst avgjald á fiskin, sum er óvirkaður av landinum, so at føroyska samfelagið í hvussu so er fær ein lítlan part av virðisøkingini.
Hinvegin skilir hann eisini væl, at eru føroysku virkini ikki kappingarfør, er tað ein trupulleiki. Hann skilir eisini væl, at tað kann vera ringt at forða skipum at selja, har tey fáa besta prísin.
Kortini vísir hann á, at fyri trimum árum síðani vóru prísirnir í Føroyum altíð hægstir, bæði á toski, hýsu og á upsa.
?Men í ár og í fjør hava vit havt ein trupulleika - og so leypa øll skipini frá beinanvegin.

Eina krónu minni at keypa fisk fyri
Og spurningin um kappingarførið heldur hann vera ein trupulleika fyri seg.
? Hesi seinastu árini er útreiðslustøðið í Føroyum hækkað meir í Føroyum enn hjá londunum rundaum okkum og tí hava vit fingið ein trupulleika.
? Hinvegin hevur tað almenna gingið undan at hækka lønirnar í Føroyum og eg skilji væl arbeiðarafeløgini, at tey ikki vilja vilja dragna longur frá teimum almennu lønunum og tey sostatt eisini seta síni lønarkrøv.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vísur á, at hesi seinastu fimm árini er samlaða tímalønin farin úr 95 krónum, upp í 120 krónur um tíman.
? Tað merkir, at eitt virki, sum virkar hýsu, hevur fingið eina krónu afturat í útreiðslum til lønir av hvørjum kilo av ráfiski.
Sostatt er ein króna minni at keypa fisk fyri.
? Virkini hava gjørt sítt ítarsta fyri at laga seg til, við at leggja framleiðsluna um. Men tað er ikki nóg mikið.
Men kappingarførið er ikki bara ein spurningur um lønir. Orsøkin til trupulleikarnar er eisini, at marknaðurin yvirhøvur er slakur í løtuni. Og harafturat eru bæði amerikanski dollarin og bretska pundið fallið nógv. Sostatt er allur fiskur, sum verður keyptur og seldur í pundum og í dollarum, vorðin nógv bíligari.
? Sostatt ber til at keypa pollock úr Alaska nógv bíligari enn vant og tað ávirkar okkara upsaprís. Samstundis eru íslendingar, sum plaga at selja nógva hýsu til USA, farnir at selja í Bretlandi í staðin. Av tí sama er nógv hýsa á marknaðinum og tað trýstir prísin niður.
? Men hetta eru alt viðurskifti, sum vit onki fáa gjørt við.
? Tað einasta, vit fáa gjørt nakað við, er kostnaðarstøðið í Føroyum, sigur Johan Páll Joensen.