Reiðarar koyra fiskimenn í land

- Við lóg eigur at verða tryggjað, at fiskiloyvi eru treytað av, at sáttmálar her á landi verða hildnir, segði Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, á landsfundi. Á landsfundi hjá Føroya Fiskimannafelag týsdagin nam Jan Højgaard við spurningin um útlendskar fiskimenn við føroyskum skipum.

- Tíverri kunnu vit staðfesta, at tað eru fleiri reiðarar, sum koyra føroyingar í land og fáa sær bíliga arbeiðsmegi úr øðrum londum í staðin. Hetta er sera óheppið ? fyri ikki at siga syndarligt. Hetta rakar eisini fiskimannin og hansara familju.

Hann helt fyri, at henda gongd eisini kemur at raka økini kring landið, ið hava fiskivinnu sum grundarlag.

- Tá pengar ikki koma frá fiskivinnuni, verður fíggjarliga orkan hjá kommununum eisini hareftir.

Jan Højgaard segði seg stúra fyri, at um hesi nevndu brot ikki verða steðgað, gongur ikki long tíð, til flest øll skip verða rikin á henda hátt.

- Tí eigur at verða tryggjað við lóg, at fiskiloyvi eru treytað av, at sáttmálar her á landi verða hildnir, legði felagsformaðurin aftrat.