Axel Hansen
--------------
Reiðarafelagið megnaði ikki at gera sáttmála við manningafeløgini, tí var sáttmáli gjørdur við hvønn skipabólk sær.
Reiðarans tørvur fyri broytingum í hvørjum skipabólki vóru ymiskar, men eitt var felags: OLJAN!
Manninganar SKULDU luttaka í oliuútreiðslunum, ella hóðraði flotin ikki undan.
Hetta bleiv játtað.
Tað er størsti feilur nakrantíð gjørdur.
Nú luttaka manningarnar í næstan øllum skipabólkum í oljuútreiðslum, hartil provianti.
Býtisprocenti fyri nærum allar skipabólkar er lækkað.
Avrokningarnar, sum manningarnar fáa í dag, eru sera kreativar, oljuútreiðslurnar vera í flestu førum vístar sum tøl í 1000-tals til 10.000-tals krónur, sum ikki eru útgreinaðar, og í flestu førum finnur ongin høvd ella hala á hesum, heldur ikki ein granskoðari.
Men eitt hava flestu reiðarar gloymt, tað er, at har skipari og manning luttaka í ávísum útreiðslum, skal avrokningin vera tilskilað nøgd og prísir á teimum útreiðslum, sum manningin luttekur í. Hesar útreiðslur skulu útgreinast og vera netto útreiðslur.
Bert 2 reiðarí í hesum landi fylgja hesum.
Fleiri reiðarar hava eitt sera stutt og gruggað minnið um, hvat stendur í teimum sáttmálum, teir sjálvir hava undirskrivað. Tað gongur næstan ikki dagur, hvar limir í manningafeløgunum klaga um hesar.
Manninganar hava rætt til at nokta at gjalda útreiðslur, sum ikki eru útgreinaðar, og tit reiðarar kunnu ikki nokta hesum.
Sum støðan nú er, er oljan ikki ein útreiðsla, men ein inntøka hjá reiðaranum, sum teir sjálvir stýra.
Tað var ikki meiningin!










