Reiðarar ikki ráð til kollveltandi broytingar

Formaðurin í Reiðarafelagnum staðfestir, at støðan hjá fiskiflotanum er so vánalig, at talan kann í mesta lagi verða um smávegis dagføringar, nú Fiskimannafelagið hevur sagt sáttmálan upp

- Uttan iva er tað okkurt, sum Fiskimannafelagið vil hava broytt.

Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, staðfestir, at Fiskimannafelagið hevur sagt sáttmálan upp til at fara úr gildi 30. november.

Men hann staðfestir samstundis, at hann hevur onki frætt um, hvørji krøv Fiskimannafelagið hevur til ein nýggjan sáttmála.

- Men tá ið sáttmálin er sagdur upp, er tað ivaleyst, tí at Fiskimannafelagið vil hava onkrar broytingar.

Viberg Sørensen sigur, at Reiðarafelagið ætlaði ikki at siga sáttmálarnar við manningarfeløgini upp.

Reiðarafelagið heldur nevniliga ikki, at hetta er stundin til at gera nakrar ábøtur, sum føra við sær, at skipini fáa størri útreiðslur.

- Hetta er avgjørt ikki stundin til at áleggja fiskiflotanum størri útreiðslur, staðfestir hann.


Byrja á nullpunktinum

Hann væntar eisini, at teir í Fiskimannafelagnum er greið yvir støðuna í fiskiflotanum og tí væntar hann heldur ikki, at felagið fer at krevja nakrar stórvegis broytingar, men at talan í mesta lagi verður um at fáa onkrar dagføringar.

Hinvegin sigur hann eisini, at nú sáttmálin er uppsagdur, er tað ikki bara Fiskimannafelagið, sum kann seta krøv fram.

- Tá ið farið verður undir samráðingarnar, byrja báðir partar á null punktinum og tá kunnu báðir partar seta krøv.

Einaferð var tað ógvuliga umráðandi fyri Reiðarafelagið, at fáa fiskimenn at betala ein part av oljuni hjá skipunum. Er tað hugsandi at tað kravið verður sett fram aftur nú.

- Nei, tað vænti eg ikki, hóast oljan er ógvuliga tyngjandi fyri raksturin. Men sum eg havi sagt: Tá ið farið verður undir samráðingarnar, byrja báðir partar við reinari talvu, so tað er ikki til at vita, hvat kemur upp á vegnum, sigur Viberg Sørensen.

Les eisini greinina: Fiskimenn vilja hava betri løn og meiri frítíð og greinna: hava ikki tikið støðu