Reiðarar hótta ráðharra

Íslendsk skip, sum plaga at selja feskfisk á útlendskum marknaðum, mótmæla harðliga, at stjórnin ætlar sær at skerja kvoturnar hjá skipum, sum selja uttanlands. Í brævi til fiskimálaráðharran hótta reiðararnir við at draga ráðharran í rættin, verður ætlanin um at skerja kvoturnar framd í verki.

Reiðararnir siga, at kvotuskerjing er at samanbera við eitt skatt, sum ikki er heimilaður í íslendskari lóggávu.

Harafturat er ein tílík skerjing í stríð við handilssáttmálan millum Ísland og ES, siga reiðararnir í brævinum.