Reiðarafelagið: Uppskotið fær álvarsliga avleiðingar

Føroya Reiðarafelag sigur í viðmerking til uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipanina, at hon í stuttum hevur landstýrismanninum ógvuliga víðar heimildir, men tað er stór óvissa um hvussu heimildirnar verða brúktar. Bæði nú og framyvir.

 

Reiðarafelagið finst at sera strongu anti-trust krøvinum, ið hava til endamáls, at minka um verandi aktørar, ið nú ikki sleppa at veksa. Reiðarafelagið sigur, at hetta kappingaravlagandi fyri fiskivinnuna og at munur verður gjørdur á fiskivinnuni og aðrari vinnu, ið sleppur at verða í eini kapping.

 

Reiðarafelagið vísir á, at teir hava skotið aðarar loysnir upp, at áseta gjøld til dømis, men at Reiðarafelagið ikki hevur havt møguleika at verða hoyringspartur.

 

Lesarabrævið kann lesast her.