Reiðarafelagið talar eisini at

Tað er uttan iva nógv trýst á løgtingsmonnum, nú 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 51/2015: Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016 kemur til viðgerðar í tinginum seinnapart.


Nógv kjak hevur verið um málið í almenna rúminum, og seinasta íkastið kemur frá Reiðarafelagnum, ið heitir á løgtingsfólk at fella uppskotið, ið felagið metir ger seg inn á givin veiðirættindi og gjørdar lønarsáttmálar.


Felagið vísir á, at verandi veiðiloyvir ikki fara úr gildi fyrr enn 1. januar, og meta tí, at eitthvørt inntriv í hesum viðurskiftum má gerast við varsemi.


- Tað ivasama við lógaruppskoti nr. 51/2015 er, hvørt fiskiveiðimyndugleikin kann tjóvstarta og í 2016 selja útvaldu fiskasløgini á uppboðssølu, hóast loyvini ikki eru farin úr gildi.


Reiðarafelagið finst eisini at, at uppskotið ger seg inn á galdandi sáttmálar millum felagið og manningarfeløgini.


- Reiðarafelagið gjørdi í hoyringssvari undan framløguni av løgtingsmáli nr. 51/2015 vart við, at uppskotið gjørdi seg álvarsliga inn á galdandi sáttmála millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini. Landsstýrið lagaði tí uppskotið til og slepti ætlanini um at lata reiðarar einsamallar rinda fyri veiðigjaldið.


- Landsstýrið valdi tó at halda fast við, at kostnaðurin av at keypa kvotur á uppboðssølu ikki kann dragast frá, tá ið hýrur verða avroknaðar. Einasta grundgevingin er, at uppboðssølan, ið verður skotin upp, ikki hevur verið galdandi, tá ið verandi sáttmálar við manningarfeløgini eru undirskrivaðir.


Reiðarafelagið heldur tó lítið um hesa tulkingina hjá landsstýrinum og vísa á teirra egna løgfrøðiliga upprit, ið staðfestir, at talan framhaldandi er um inntriv í galdandi sáttmála.


Málið kemur til viðgerðar á tingfundinum, ið byrjar klokkan hálvgum tvey í dag.