Reiðarafelagið: Stór óvissa í nýggja uppskotinum

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, sigur í viðmerking til tíðindaskrivið frá samgonguni í gjár, at tað ber illa til at gera nakra greiða niðurstøðu fyrrenn ítøkiliga lógaruppskotið fyriliggur.

 

- Yvirskipað kann sigast, at tað eru nakrir batar at síggja, til dømis hægra anti-trust markið. Eisini er tað skilagott at uppboðssølan er gjørd einfaldari við 75% sett av til teirra, ið longu eru í vinnu. Tó verður 2018 brúkt sum grundarlag, og tá vit ikki kenna kvoturnar næsta ár, elvir hetta til eina stóra óvissu. Tó eru vit ímóti uppboðssøluni og vildu havt hana tikna burturúr, sigur Stefan í Skorini.

 

- Umframt tað, er tað eisini positivt, at uppboðssølukravið á veiddan fisk er farið úr 60% niður á 20%. Annars framgongur heilt greitt, at stóru broytingarnar í hesum uppskotinum, í mun til tað upprunaliga, eru farnar fram á punktum, sum í stóran mun umfata uppsjóvarvinnuna. Heimaflotin og fjarleiðirnar fara framvegis at verða raktar har, sigur Stefan í Skorini.

 

Reiðarafelagið hevur í fleiri umførum víst á, at býtislykilin á heimaflotan, ið uppskotið leggur upp til, fer at hava við sær, at søguligu rættindini hjá heimaflotanum fara at minka, um langtíðarrættindir seld á uppboði, lutfalsliga fylgja einum møguligum niðurskurði í heildarkvotuni. Landsstýrið hevur ásett ógvuliga lág mørk fyri, nær toskur og hýsa kunnu bjóðast út, og tað kann hava negativar fylgjur fyri verandi aktørar, vísir Reiðarafelagið á.

 

- Sum vit duga at lesa tíðindaksrivið, so broytist hetta ikki og tað er ein kollvelting fyri heimaflotan, sum kann fáa keðiligar fylgjur, sigur Stefan í Skorini, sum leggur afturat, at hóast okkurt talar fyri og okkurt talar ímóti, so vónar Reiðarafelagið, at ein breið semja kann finnast millum politiskar flokkarnar, tí fiskivinnan hevur tørv á støðugum viðurskiftum.