Reiðarafelag Føroya finnist í almennum skrivi í dag at landsstýrinum fyri at hava lagt uppskotið um fiskivinnunýskipan fyri løgtingið uttan at hava sent uppskotið til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum.
- Tað er harmiligt og átaluvert, at eitt slíkt uppskot ikki er sent til hoyring hjá øllum pørtum, áðrenn tað verður viðgjørt í løgtinginum. Landsstýrið hevur í veruleikanum gjørt eitt nýtt uppskot, sum ikki hevur verið til hoyring áður. Tí er vandi fyri, at uppskotið ikki fær ta viðgerð, sum eitt slíkt uppskot krevur, sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum.
Reiðarafelagið finnist at fleiri viðurskiftum í uppskotinum og mælir til breiða semju um eina nýskipan.
- Reiðarafelagið heldur, at tað er avgjørt neyðugt at finna eina breiða politiska semju, áðrenn hetta uppskotið kann berast ígjøgnum tingið, sigur Stefan í Skorini.
Skrivið frá Reiðarafelagnum kann lesast í fullum líki her.