Reiðarafelagið fer í Vinnuhúsið

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Reiðarafelag hava gjørt avtalu um, at Reiðarafelagið húsast í Vinnuhúsinum.
Herálvur Joensen er settur stjóri í Reiðarafelagnum. Tað er í hesum sambandi, at avtala er gjørd millum feløgini.
Reiðarafelagið fer soleiðis saman við restini av arbeiðsgevarafeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum at húsast undir somu lon.
- Vit gleða okkum til eitt tættari samstarv, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Herálvur Joensen tók við starvinum hin 1. mai í ár.