- Ja, tú kanst væl siga, at Reiðarafelagið er endurstovnað.
Tað sigur Poul Hansen, sum umboðar Felagið Trolskip í nevndini í Reiðarafelagnum, sum meira ella minni hevur ligið í dvala síðani mai 2011.
Poul Hansen hevur verið ein stigtakari til at endurstovna meira enn 100 ára gamla Reiðarafelagið.
Herfyri lýsti felagið eftir stjóra til felagið, og miðað verður ímóti at hesin verður settur 1. mars.
- Tá stjórin er settur verður kallað inn til eykaaðalfund. Har skulu vit finna útav, hvønn leiklut Reiðarafelagið skal hava í framtíðini, sigur Poul Hansen.
Síðani 2011 hava teir átta skipabólkarnir undir Reiðarafelagnum virkað at kalla í hvør sínum lagi.