Reiðarafeløg og fiskimannafeløg stýra fiskivinnupolitikkinum

Sambært feskastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum eru tað fyrst og fremst fakfelagsleiðararnir Jákup Sólstein og Óli Jacobsen og teirra limir, sum stýra føroyska fiskivinnupolitikkunum og ikki landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø og samgongan.

..."Myndugleikarnir hava latið reiðarafeløg og fiskimannafeløg havt ræðið á fiskivinnupolitikkinum, heldur enn at reka egnan politikk í landinum sum heild at gagni"
Hósmorgunin kom konjekturfrágreiðingin fyri 2004 frá Búskaparráðnum, og ráðið leggur ikki fingrarnar ímillum, tá spurningur um, hvør stýrir føroyska vinnulívinum verður umrøddur.
Búskaparráðið fýlist harðliga á, at politiski myndugleikin ferð eftir ferð gongur beinleiðis ímóti tilmælum frá bæði fiskifrøðingum og búskaparfrøðingum. Í frágreiðingini verður víst á, at Búskaparráðið hevur fleiri ferðir heitt á landsins myndugleikar um liberalisera fiskiskapin, men uttan úrslit.
?Búskaparráðið hevur síðan tað varð sett á stovn víst á, at galdandi regluverk um fiskiskapin førir til spill av vinnuligum tilfeingi og mótvirkar, at vit kunnu fáa sum mest av búskaparligum gagni úr fiskiskapinum, stendur millum annað skrivað í frágreiðingini.
Í frágreiðingini verður eisini sagt, at politisku myndugleikarar hava størri áhuga í at verja áhugamálini hjá verandi loyvishavarum í fiskivinnuni, heldur enn at skipa fiskiskapin við heildarbúskaparligum atlitum.

Politisk misrøkt
Búskaparráðið heldur, at búskaparpolitikkurin hjá landsins myndugleikum í dag er við at gera búskaparliga afturstigið størri enn neyðugt er. Í konjekturfrágreiðingini verður mint á, at upprunin til politisku kreppuna í nítiárunum var búskaparpolitikkurin í áttatiárunum.
?Í teimum trimum týdningarmestu útflutningsvinnunum eru í dag trupulleikar, sum millum annað stava frá politiskari misrøkt, stendur skrivað í frágreiðingini.
Búskaparráðið sipar her til, at politiski myndugleikin ikki hevur verið nóg dugnaligur til at tillaga fiskaframleiðsluna í Føroyum, eftir at kappingin úr Asia og Eysurevropa er harðnað nógv.
?Tað almenna hevur ikki skilt týdningin av, at júst fiskavirkini komu á privatar hendur so skjótt sum til bar, og av hesum kann standast størri skaðið enn neyðugt var, verður skrivað í konjekturfrágreiðingini.
Búskaparráðið fýlist eisini á, at flestu vinnupolitisku tiltøkini í fiskivinnuni hava til endamáls at verja verandi arbeiðspláss og verandi fyritøkur, heldur enn at lata fría kapping valda.
?Forðingar fyri eitt nú virking umborð á fiskiførum í føroyskum sjógvi, avmarkingar fyri avreiðing uttanlands, stuðul av ymsum slag fyri at fáa fisk virkaðan í Føroyum- slík tiltøk verja væl um arbeiðspláss og fyritøkur í hesum vinnum, men forða samstundis fyri einari neyðugari javnari tillaging til broytt marknaðarkor.

Ikki samanbera nítiárini
Í frágreiðingini verður staðiliga víst aftur, at djúpa kreppan í nítiárinum vitjar aftur í Føroyum nú. Búskaparráðið vísir á, at talan er um eitt afturstig og ikki eina kreppu.
?Hetta er ein heilt onnur støða, enn undir stóru kreppuni í nítiárunum, tá tað almenna ikki hevði ráð til at halda egna virksemið gangandi. Tað almenna hevur í hesum tíðum ráð til at virka stabiliserandi, við at halda fast um virksemi og møguleika styrkja búskapin við arbeiðsskapandi og neyðugum íløgum, verður sagt í frágreiðingini.
Víst verður á, at búskaparliga støðan í løtuni er heldur ein konjekturafturgongd, sum vit vanliga uppliva.
?Afturgongdin stendst partvís av náttúrugivnum ávum, av broytingum í eftirspurninginum uttanlands, og av tí vit ikki fara við tilfeingisvinnunum á forsvarligan hátt og tí vit oftast reka ein viðrekandi fíggjarpolitikk, verður sagt í frágreiðingini.
Í frágreiðingin verður lagt afturat, at búskaparligu trupulleikarnir í løtuni kunnu metast sum ein bráðfeingis trupulleiki, sum ikki verður varðandi.
?Fiskiskapurin batnar einaferð aftur, tá gróðurin í sjónum er til vildar, alingin tekur seg upp aftur, tá íleggjarar síggja møguleikar í vinnuni aftur, og almennu kassarnir fáa alop so hvørt sum vinnuligu parturin kemur fyri seg aftur.
Búskaparráðið sigur bart út, at tað ræður um politiskan dugnaskap, skal búskaparliga støðan í løtuni ikki gerast verri enn neyðugt er.
?Tað almenna hevur skyldu til at virka stabiliserandi, tá afturstig eru í vinnuligu konjekturunum. Hetta merkir í flestu førum, at tað almenna skal vera til reiðar at taka skuld á sínar herðar og tessvegna veita ta trygd, sum er neyðug í vánaligum tíðum. At tað almenna -tað er skattaborgarin-tekur skuld á seg í vánaligum tíðum merkir, at sami skattaborgari velir at gjalda eina rentubyrðu seinni, heldur enn at missa nýtslumøguleikan í dag.