Reiðarí kunnu fáa 100.000 krónur í bót

Um limir í Føroya Reiðarafelag lata skip síni sigla ímoti verkbanninum, so kann Reiðarafelagið døma reiðaríið 100.000 krónur í bót.

Tað sigur grein 16 í lógum Føroya Reiðarafelags. Har stendur:

»Brýtur limur felagssamtykt við at lata skip sítt sigla móti verkbanni fyri egna ella fremmanda rokning ella við at avhenda skipið til aðrar, kann nevndin døma hann í sekt upp til kr. 100.000, ið legst felagnum til.«

Sum Portalurin skilir hava hvalbiartrolararnir Steintór og Niels Pauli brotið verkbannið við at fara út, eins og línuskip hava somu ætlanir.

Sambært lógunum hjá Reiðarafelagnum, so kann Reiðarafelagið nýta slíkan pening til at hjálpa teimum limum, hvørs skip eru komin at liggja longur enn hjá hinum og hava havt størsta liss av verkbanninum.

Viberg Sørensen sigur tó, at hvalbiartrolararnir eru á veg innaftur, og í Degi og Viku í kvøld kallaði hann tað málið ein »storm í einum vatnglasi«...