Dimmalætting hevur nú boðað sínum debetorum frá, at blaðið er farið í samstarv við P/F Kimbil um fakturafígging, og blaðið ger vart við, at allir fakturar hjá blaðnum eru latnir P/F Kimbli til ognar.
– Tí hevur tað bert frígevandi virkning, um fakturar verða goldnir á konto hjá P/F Kimbli, sigur Dimmalætting í skrivi til debetorarnar.
P/F Kimbil er eitt gamalt felag, sum varð stovnað í 1938, og sum hevur sum endamál at eiga og reka fiskiskip. Vinnugreinin, sum felagið er skrásett undir er reiðaravirki og útgerðarvirki í sambandi við fiskiveiði.
Felagið hevur tjent nógvar pengar seinastu tvey árini, tá eginpeningurin er fimmfaldaður – eftir at eigararnir hava selt partabrøv í Havsbrún til Bakkafrost.