MAKRELUR
Hóast politiska skipanin í Føroyum enn ikki er vorðin samd um, hvussu fram skal farast í spurninginum um makrelin í 2010, nú samráðingarnar um býtið millum standalondini slitnaðu í Londan fyrr í summar, er kortini líkt til, at ein ávís loysn er fingið á teimum sløku 4.000 tonsunum av makreli, sum lógu eftir av føroysku kvotuni fyri 2009.
Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa fatur á landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, í morgun, men Sosialurin veit rættiliga vist, at landsstýrismaðurin um dagarnar hevur givið feløgum munnlit loyvi at fara út at fiska makrel.
Letur upp
Jacob Vestergaard hevur verið eitt sindur trekur í seinastuni, og reiðaríir hava funnist at, at landsstýrismaðurin ikki hevur viljað skrivað út loyvi at veiða tann partin av eginkvotuni hjá føroyskum skipum, sum lá eftir frá árinum 2009.
Í fjør heyst søgdu bæði Noreg og ES, at tey fóru at loyva sínum skipum at fiska tað, sum lá eftir frá í fjør, í 2010 í staðin.
Sløk 4.000 tons av føroysku makrelkvotuni í fjør vórðu ikki veidd og føroysk reiðaríir, sum áttu lut í hesi kvotu, hava funnist hvassliga at landsstýrismanninum, tí hann hevur drálað við at geva teimum loyvi at fiska hesa nøgd.
Men um dagarnar hava so reiðaríir fingið at vita munnliga frá landsstýrismanninum, at tey kunnu loysa og fara út at fiska makrel.
Ófiskað kvota
Lítið man vera at ivast í, at tað eru hesi sløku 4.000 tonsini, sum skipini nú í fyrsta lagi kunnu fara eftir.
Hetta loysir so samstundis upp fyri akuttu trupulleikunum hjá nøkrum av okkara pelagisku skipum.
Um dagarnar frættist soleiðis, at Finnur Fríði og Jupiter høvdu loyst, og síðan tá eru ivaleyst eisini onnur skip eisini farin út at veiða makrel í føroyskum sjógvi.
Sosialurin fer at venda aftur til hetta mál í blaðnum fríggjadagin.