Nú farið verður undir at byggja nýggjan rehabiliteringsdepil, eiga vit longu frá byrjan, at gera okkum greitt, hvat endamálið og visiónin skal verða, hvussu hann skal virka, og hvussu hann skal leiðast. Harafturat mugu vit gera okkum greitt, hvat tann einstaki skal fáa burturúr viðvíkjandi menning/endurvenjing av førleikur, lívsinnihaldi, nøgdsemi og trivnaði.
Hettar er bæði galdandi fyri starvsfólk, búfólk og tey, sum koma til endurvenjing.
Fyri at fáa eina góða og mennandi tænastu, er umráðandi, at allir neyðugir fakligir førleikar eru umboðaðir, og at øll soleiðis, hvør við síni vitan, fáa ávirkan.
Ikki bara í mun til innihald, men sanniliga eisini í mun til atkomu og umhvørvi.
Ikki minst er neyðugt at hugsa um, hvørjir starvsfólkaførleikar eru neyðugir, og hvør normering krevst.
Rehabiliteringsdepilin skal verða merktur av kvaliteti og ikki kvantiteti.
Vit skulu tryggja:
• At tænastan verður skipað til tørvin hjá tí einstaka.
• At røttu fakfólkini eru við frá byrjan.
• At heimildin hjá ábyrgdarpersónum er á staðnum, so til ber at menna dagliga virksemið.
• At røttu fakfólkini verða tikin við uppá ráð, tá góðir atkomumøguleikar, bæði innan- og uttandura á staðnum, skulu fremjast.
• At hava tvørfakligheit í øllum avgerðum.
• At bú- og endurvenjingarpláss verða varðveitt, og ikki brúkt av øðrum bólkum, tí kommunan ikki kann veita teimum rúm og pláss aðrastaðni.
Vit vita, at um góðar og fakligar arbeiðsumstøður eru og verða tillagaðar eftir tørvinum, so kemur nøgdsemi, trivnaður og menning av sær sjálvum.
Starvsfólk skulu merkja, at tey verða hoyrd, tí tað kemur tí einstaka brúkaranum til góðar.
Rehabilitering merkir “at koma fyri seg”, og er tað okkara ábyrgd at halda fast í hesum.
Súna Mørk, x við valevni hjá Javnaðarflokkinum











