Regntung ólavsøka

Norska veðurstovan Yr boðar ikki frá serliga góðum ólavsøkuveðri.

 

Sambært norsku veðurstovuni verður verður veðrið hampuliga gott hósdagin, men fríggjadagin verður vátt.

 

Hósdagin verður eitt fleyr til gul av útnyrðingi ella norðri, 2 til 7 m/s, samdrigið, men turt og onkrir sólglottar. Hitin verðu um 11 stig. Um kvøldið verður skýggjað, men turt. Framvegis eitt fleyr til gul av útnyrðingi og um 11 stig.

 

Fríggjanáttina byrjar so at regna. Vindurin fer vestur um, tað verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, og regn. Út á morgunin regnar møguliga eitt sindur minni, men framvegis verður yvirhøvur vátt í veðrinum og seinnapartin fer aftur at regna. Tað verður fleyr til gul av norðri, 2 til 7 m/s. Hitin heldur sær um tey 10, 11 stigini.

 

Sambært norsku veðurstovuni fer ikki at slíta í fyrr enn út á leygarnáttina. Alt fríggjakvøldið fer at regna og líkt er til, at neyðugt verður við regnskjólum undir midnáttarsanginum.