Regnklæði

Brúkarateigurin

 

Einki eitur vánaligt veður - einans vánalig klæði! Kortini er ikki altíð so lætt at finna hóskandi klæði, til váta veðrið hendan partin av árinum


Tó er okkurt, sum vit kunnu hava í huga, tá vit keypa nýggj regnklæði. Svenski brúkarastovnurin Konsumentverket hevur kannað regnklæði og gevur í hesum sambandi nøkur góð ráð. Øll kanningin stendur at lesa í brúkarablaðnum Råd & Rön nr. 7 frá august 2001.

Góð ráð

- Um regnklæðini eru sveisaði saman, kanst tú kanna eftir, um sveisingin hevur tikið við framvið øllum seyminum.

Um seymurin situr á herðunum er vandi fyri at hann savnar vætu, sum kann treingja inn undir klæðini. Tí er betur at keypa ein regnjakka, sum ongan seym hevur á herðunum ella ein við raglanermum.

- Best er um snarlásið er fjalt, soleiðis at væta ikki treingir inn í smáu opini.

- Týdningarmikið er at klæðini hava andingarop, til dømis undir ermunum, har regnið ikki sleppur inn. So kunnu vit eisini vera í einari fjálgari føroyskari troyggju innanfyri, um leiðin gongur niðan í fjøllini ella út á sjógv.

- Vel regnklæði uttan PVC - serliga til børnini. PVC inniheldur vandamikil phtalatir, sum børnini kunnu fáa í seg, um tey koyra klæðini í munnin. Keyp í staðin regnklæði, sum eru klødd við PUR (polyurethan).

Vætuverja

Oftast eru regnklæðini vætuvard (impregneraði), men vætuverjan verður slitin so hvørt sum regnklæðini verða vaskaði og brúkt. Kanna javnan eftir um verjan er heil við at leggja ein dropa av vatni á klæðini. Um dropin enn er "fullur" tá eitt korter er farið, er í lagið. Um ikki, kanst tú viðgera klæðini við impregnering frá málingahandlinum.


Kelda: Konsumentverket