- Nær kemur kavin?
Soleiðis spyrja mong børn foreldur síni í hesum døgum.
Børnini samantvinna jólini við kava, hóast langt er ímillum at vit veruliga hava kavajól.
Jólini 2006 verður so eingin kavi, um ein skal trúgva forsøgnini sum danska veðurstovan hevur gjørt.
Sambært hesi verður veðrið rættiliga eins allar høgtíðsdagarnar – vestan, 13 metrar um sekundið og hitin um fimm stig.
Meiri avfall
Aðrastaðni í blaðnum verður greitt frá, hvussu veðrið verður teir komandi fimm dagarnar.
Felags fyri allar dagarnar er vestanvindur, ælaveður og hiti, sum fer at liggja um átta stig.
Hetta er samstundis ein staðfesting av tí veðrinum, sum verið hevur henda seinasta mánaðin í ár, eins væl og í fjør.
Higartil í desember mánaði er rættiliga nógv avfall komið niður, men kortini nakað væl minni enn fyri einum ári síðani.
Í desember mánað í ár eru komnir 50 mm. niður, meðan 124 mm. komu niður allan desember mánað í fjør.
Má sær ráða
Hyggja vit eftir hitalagnum, so hevur desember mánaður verið væl lýggjari enn í fjør.
Miðalhitin í desember 2005 var 5,7 stig, meðan miðalhitin higartil í ár er 6,1 stig. Hinvegin hevur miðalhitin seinastu 40 árini verið 3,7 stig.
At enda kunnu vit taka sóltímarnir við í yvirlitið. Sólin hevur ikki verið nógv at sæð, og tað prógvar eisini yvirlitið hjá donsku veðurstovuni.
Í desember mánaði í fjør skein sólin einans í fýra tímar, meðan hon higartil í desember hevur verið at sæð í – samfullar! – tríggjar tímar.
Hetta er ikki nógv at reypa av, serliga tá hugsað verður um at miðaltalið fyri sóltímarnir tey seinastu 40 árini eru sjey sóltímar.
Sama ger. Øllum verður kortini ynskt eini gleðilig jól. So má veðrið sær annars ráða!










