Regnið verður liggjandi yvir landið

Eitt lágtrýst fer framvið beint eystan fyri Føroyar, og komandi dagarnar liggur lágtrýstið mest sum í stað við Føroyar, inntil tað seinni í vikuni fer norður í Norðurhavið

 

Í kvøld verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut og regn. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og hann lækkar í ein vestan og útsynning, 5 til 10 m/s. Stundum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður, men út á náttina klárar í og tað verður fyri tað mesta turt. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Ólavsøkuaftan verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men møguliga ælaveður. Hitin millum 10 og 14 stig.

 

Fríggjadagin og leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Hitin millum 8 og 13 stig.