Regnið verður blást av rútinum

Koyr við 80 km/t og sløkk viskararnar, tí regnið verður blást av forrútinum. Hetta er ein av fyrimununum við nanoformeraðum forrúti. Viðgerðin verður eisini nýtt til felgur og lakkeraðar flatur


Nanoteknologi, sum vatn als ikki rínur á, er ein kollvelting, sum í framtíðini kemur at broyta dagligdagin og arbeiðslívið og vendir upp og niður upp á alla vanahugsan um viðgerð við voksi, silikon ella teflon.
 
Danska fyritøkan TCnano er komin á marknaðin við nøkrum nanoteknologiskum evnum, sum eru ein kollvelting innan yvirflatuviðgerð av t.d. glasi, steini, træ, klæðum og lakkeraður flatum. Teknologiin er sera væl egnað til bilrútar og til felgur. 
 
Talan er um eina yvirflatuviðgerð við einum nýggjum molekylestrukturi (nanoformering), sum vatn ikki rínur á og er umhvørvisneutral, effektiv og haldbar.
 
Eitt av produktunum hjá TCnano til nanoformering av forrútum á bilum er "TCnano Bilglas", tí eftir eina slíka viðgerð perlar vatnið av eins og var tað kikksylvur, sama er við skitti, ísi og insektum. "TCnano Bilfælg" er til nanoformering av felgunum.
 
Nanoformering merkir, at vatn als ikki rínur á tær viðgjørdu flaturnar, tað er eins og ein ósjónligur filmur er lagdur omaná. Heilt einfalt merkir hetta at arbeitt verður við sera smáum eindum - heilt niður til atomir og molekylir. Eindirnar verða máldar í nanometrum (nm) - sum er ein milliónpartur av einum millimetri.
 
Nano er grikst og merkir dvørgur. Í flestu førum er nanoteknologi ein kombinatión av mekanikki, elektronikki og kemi, har arbeitt verður við samasetningi av atomum/molekylum í ymiskum tilfari. Við hesum ber til at gera nýggjar yvirflatur, sum vatn ikki rínur á og eru sjálvreinsandi. Við polering grípa molekylini inn í hvørt annað og gera eitt sokallað nanolag, sum er minni enn 1:10.000 mm.  
 
Nanoteknologi er ein kollvelting sum í framtíðini kemur at broyta dagligdagin og arbeiðslívið.
 
Í Føroyum er tað Dekksentrið sum umboðar TCnano produktini. Eitt komplett sett til rútar og til felgur kostar ávikavist kr. 299,- og kr. 349,-.  Ein nanoviðgerð heldur sær í umleið 12 mánaðir.
 
 
Viðgerð við TCnano Bilglas: (í kassa)
 
Fyrst verður rúturin reinsaður við einum primara, sum verður smurdur upp á rútin, og vaskaður av aftur eftir umleið 3 minuttir. Tá rúturin er heilt turrur, verður nanoformeringin smurd upp á og rúturin reinsaður fyri tær síðstu restirnar frá viðgerðini. Góð brúkaravegleiðing fylgir við og viðgerðin er løtt og einføld.