Poul Kragesteen, formaður í Havnar Róðrarfelag, letur í øllum førum øgiliga illa at peningakassanum eftir ólavsøkuna:
- Tað vóru nógv færri fólk á ólavsøku í ár enn undanfarin ár. Vit skulu heilt aftur til 1979 fyri at finna eitt ár, sum var verri enn árið í ár. Áskoðararnir til kappróðurin vóru sera fáir, og generelt vóru somuleiðis fá fólk í býnum, sigur Poul Kragesteen. Hann leggur dent á, at regnið var orsøkin til, at so fá fólk vóru í býnum:
- Alt í alt hava veðurgudarnir verið alt annað enn góðir við Havnar Róðrarfelag í ár, og hetta sæst tíverri aftur í peningakassanum, sigur hann.
Kristianna Høgnesen, formaður í Tórshavnar Ítróttaráð, metir tó ikki, at peningakassin hjá teimum er við sviðið soð, tí tiltøkini í tjaldinum eydnaðust væl:
- Ólavsøkuaftan var veðrið heldur keðiligt, og tá vóru fá fólk í Kommunuskúlagarðinum. Men ólavsøkudag vóru nógv. Barnatiltøkini og dansurin í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum riggaði hinvegin ótrúliga væl. Tjaldið var fult báðar dagarnar, sigur Kristianna Høgnesen.
- Alt í alt haldi eg ikki, at færri fólk vóru á ólavsøku enn undanfarin ár. Vit hava ikki talt pengarnar saman enn, men eg havi góðar vónir, leggur hon afturat.
Formaðurin í Havnar Bóltfelag, Finn Ludvig, er hampiliga vælnøgdur við inntøkuna hjá felagnum á ólavsøku:
- Hóast vit bert spældu ein vinardyst móti EB/Streymi á ólavsøku vóru um 800 fólk til dystin. Um veðrið hevði verið betri, høvdu sjálvandi fleiri fólk verið til dystin, men eftir umstøðunum, eri eg nøkulunda nøgdur við okkara inntøku á ólavsøku.