Andrias Klein Gregoriussen, veðurmaður á Veðurstovu Føroya, greiddi í útvarpsendingini Skratsj frá, at talan er um blóðregn.
Blóðregn er eitt rák av sandi, sum kemur heilt úr Sahara oyðimørkini.
Andrias Klein Gregoriussen er ovfarin av at rákið er komið heilt til Føroya og sigur at hettar er eitt sjáldsamt, men vælkent fyribrigdi.











