Veðrið í dag, fríggjadagin.
Tað verður upp ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8-13 m/s. Seinnapartin minkar vindurin niður í eini 5-10 m/s. Tað verður samdrigið og regn, men seinnapartin slítur í. Tað verða framvegis nøkur æl. Hitin fer at liggja millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður upp í sjey metra rum sekundið av útnyrðingi, sum seinni snarar í ein vestan. Sólin fer at síggja, men tað verður eisini ælaveður. Hitin fer at liggja millum 10 og 13 stig.
Sunnudagin verður eitt andøvsgul av vestri og útsynningi, 2-7 m/s. Seinni snarar hann í ein sunnan. Sólin fer at síggja, men tað verða eisini einstøk æl. Hitin fer at liggja millum tíggju og 10 og 13 stig.