Regn tarnar spæli í Hvannasundi

Í løtuni ber ikki til at fara inn á sparkivøllin í Hvannasundi

Í gjár vistu tey í Hvannasunds kommuna at siga, at tey høvdu fingið boð frá Arta um, at gummi er lagt á sparkivøllin í Hvannasundi, og at eingin mátti fara á vøllin fyrr enn leygardagin. 

 

Men, í dag hevur kommunan fingið nýggj boð frá veitaranum, Arta.

 

Nú verður sagt, at við tað, at tað hevur regnað ov illa, ber ikki til at leggja seinasta lagið av gummi á vøllin í dag. Tí verður hetta arbeiðið helst gjørt mánadagin ístaðin. 

 

- Tí heita vit á øll um ikki at fara inn á vøllin, fyrr enn arbeiðið er liðugt. Vit lýsa á heimasíðuni, tá tað aftur verður møguligt at spæla á vøllinum, verður lagt aftrat.