Regn á Summarfestivalinum

Í kvøld lova bæði norsku og donsku veðurstøðirnar regn, men tó fínt veður seinnapartin.

Í kvøld lova bæði norsku og donsku veðurstøðirnar regn, men tó fínt veður seinnapartin.

 

Seinnapartin væntar DMI nevniliga sólglottar, meðan YR sigur yvirskýggjað. Tað verður lot til andøvsgul av landsynningi og hitin um 10 til 14 stig.

 

Um kvøldið ræður um hjá summarfestivalsgestunum at finna sær regnklæðini fram. Hann dregur á luftina um 18 tíðina í kvøld, tað verður samdrigið við ælum og hann frískar vindin av landsynningi. Í nátt veksur hann um vindin av landsynningi og eysturi, í støðum upp í hvassan vind, og framvegis skýggjað og regn.

 

Summarfestivalgestirnir sleppa heldur ikki undan regninum sunnumorgunin, sambært DMI. Tað verður minni vindur, um fýra til tíggju metrar um sekundi, men framvegis samdrigið og regn.