Annan dagin á rað førdi regn til avlýsingar i US Open í gjár.
Danir og helst fleiri av hinum norðurlendingunum eru spentir upp á fjórðingsfinaluna, sum Caroline Wozniacki skal spæla móti týsku Andrea Petkovic. Slítir í, verður byrjað klokkan 11 lokala tíð, klokkan 17 føroyska tíð.
Tær báðar hava hitst tvær ferðir fyrr í ár við einum sigri í part.
Wozniacki hevur havt eina leikliga down-periodu, men kom sterkt aftur í kappingini í New Haven, ið var hin seinasta undan US Open, sum hon vann fjórða árið á rað.
Higartil í Grand Slam kappingin í New York hevur danski heimseittarin leikt væl, og í áttandaparts finaluni kom hon afturí aftur eftir at hava tapt fyrsta sett 6-7 og verið aftan fyri 0-3 og 1-4 í øðrum setti at vinna samlað 6-7, 7-5, 6-1 á russisku Svetlana Kuznetsova.
Flest allir serfrøðingar eru kortini á einum máli um, at tað til US Open 2011 er Serena Williams og so restin. Williams hevur verið heilt suveren og semja er um, at skal nakar standa henni kurl, má tað vera Wozniacki.
Men fyrst skal Caroline fáa bilbukt við Petkovic og veðurgudarnir bilbukt við regninum.
Soleiðis, sum nú sær út, er Wozniacki sett at spæla á Louis Armstrong vøllinum í Flashing Meadow klokkan 18 danska tíð. Eurosport vísir frá kappingini, men vísir vanliga dystirnar á størsta vøllinum, Arthur Ashe, og ikki so nógv frá næststørsta vøllinum, har Wozniacki og Petrovic eru settar at spæla.