Regn seinnapartin

Ein hátrýstsryggur frá bretsku oyggjunum og norður í Norðhavið fer í ein eystan. Eitt brúgvalag fer framvið Føroyum av vestri í nátt, seinni av útsynningi. Sunnunáttina kemur eitt nýtt brúgvalag inn yvir Føroyar av útsynningi og fer framvið sunnudagin. Fyrst í næstu viku kemur eitt nýtt lágtrýst frá Hvarvinum móti Íslandi og Føroyar liggja tá í einum ráki av útsynningi, stundum við regni ella ælaveðri.

 

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Fyrrapartin sólglottar, men sum frá líður skýggjað og aftur regn. Um náttina hækkar hann í ein útsynning og vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 4 til 9 m/s. Samregn, men í nátt klárar í og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um kvøldið lækkar hann í ein sunnan og øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og sum frá líður samregn. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Sunnudagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, seinni av vestri og makandi í gul til stívt andøvsgul, 6 til 10 m/s, og um náttina av útsynningi. Samregn, men út á kvøldið klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 6 til 10 m/s, um náttina av suðri og í støðum upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, seinni skýggjað og um náttina regn. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynningi, 7 til 13 m/s, sum snarar í útsynning og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn, seinni okkurt æl. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Mikudaign

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 6 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og makar sum frá líður vindin. Yvirhøvur skýggjað, men turt, um náttina lutvíst klárt. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.