Regn og vindur um vikuskiftið

Veðrið í dag. Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5-10 m/s, sum seinni veksur upp í ein strúk av landsynningi, 8-13 m/s.Tað verður yvirhøvur skýggjað og regn, men seinni slítur í og tað verður turrari.
Hitin alt samdøgrið fer at liggja millum 10 og 13 stig.

 

Leygardagin. Upp í ein strúk í vindi av suðri, 8-13 m/s, sum seinni snarar í ein landsynning og eystan. Tað verða sólglottar og einstøk æl. Hitin fer at liggja um 10 stig.

 

Sunnudagin. Upp í hvassan vind av landsynningi og eystri, 10-15 m/s, sum seinni snarar móti útsynningi og minkar niðurí 5-10 m/s. Tað verður yvirhøvur skíggjað og ælaveður. Hitin fer at liggja um 10 stig.