Eitt hátrýst yvir Skandinavia flytir seg spakuliga í ein eystan og rættiliga lýggj luft streymar móti Føroyum úr landsynningi. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst framvið Føroyum og hevur regn og ælaveður við sær. Í komandi viku fara nýggj lágtrýst framvið Føroyum við regni og ælaveðri.
Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi, í støðum upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól og hitin millum 10 og 13 stig, í støðum upp í 15 stig. Leygarnátt verður skýggjað og hitin millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, fyrrapartin í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Turt og skýggjað og hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið ella út á náttina øtlar hann vindin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og eina løtu regn ella ælaveður og hitin um 10 stig.
Sunnudagin verður eitt stívt andøvgsul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan og útsynning, men makar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður, men sum frá líður turt og tað klárar í. Hitin um 10 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul frá suðri, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og partvís klárt, og hitin niður í fimm stig.
Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av eystri, sum snarar í ein norðan, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól og hitin millum 9 og 13 stig. Um náttina veðrur eitt gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn og hitin millum 7 og 10 stig.
Týsdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og eystri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður, men sum frá líður klárar í. Hitin millum 8 og 13 stig.
Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og kanska sær sólin. Hitin um 10 stig.