Tað hevur regnað av grimd í Billund og har á leið fyrrapartin. Nakað fyri middag gekk toran eisini, og ta einu løtuna var tað so ógvusligt, at leiðslan í Billund Lufthavn gjørdi av at steingja flogvøllin. Hann varð kortini latin upp aftur løtu seinni.
Bjarne Siewertsen, kunningarstjóri á donsku veðurstovuni DMI, sigur, at teir seinastu 24 tímarnar hevur tað regnað 105,2 millimetrar í Billund.
Tað var um sjey-tíðina í morgun, at tað fór at regna av grimd á Billund-leiðini, og eftir eimum tíma regnaði tað umleið 70 millimetrar, skrivar DR.
Tann seinasta vikan hevur verið sera vát í Danmark. Tað er serliga tann eystari parturin av landinum, sum hevur fingið nógv regn, men í dag regnar tað eisini illa í Jyllandi.