Fleiri lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi senda komandi dagarnar brúgvaløg inn yvir Føroyar úr útsynningi.
Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn stóran part av degnum, men út á seinnapartin klárar hann í í ein útsynning og um kvøldið verður samdrigið og ælaveður. Í nátt verður hvassur vindur av útsynningi, um 15m/s, og ælaveður. Hitin alt døgnið millum 5 og 9 stig.
Í morgin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar sum dagurin líður. Sólglottar, men fyrrapartin okkurt ælið. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan og út á náttina øtlar upp í strúk í vindi, 13 m/s. Fyrst klárt, seinni skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin alt døgnið millum 4 og 8 stig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og seinnapartin stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, sum snarar í ein útsynning, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar hann í, men tó okkurt ælið. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein eystan, seinni ein norðan. Skýggjað og út á dagin regn ella vátaslettingur, í fjøllunum kavi. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sum snarar í ein útsynning, 5 til 10 m/s, og tað klárar í, men tó verður okkurt ælið. Hitin millum 1 og 5 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís við vátaslettingi ella heglingi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.