Regn leygardagin, annars turt

Turt og sólglottar fram til leygardagin, tá verður tað stundum regn.

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, sigur soleiðis um veðrið.

 

Tað verður yvirhøvur turt og sólglottar fram til leygardagin, tá verður tað stundum regn.  Sunnudagin verður tó turt aftur.

 

Fríggjadagin og leygardagin verður eitt sindur meiri vindur, upp í ein strúk av landsynningi leygardagin, men sunnudagin minkar vindurin aftur.

 

Hitin verður millum 13 og 17 stig alla vikuna.