OL í Rio de Janeiro er á gáttini. Sjálva setanin verður í morgin, og nú eru fyrstu veðurforsøgnirnar fyri summarleikirnar í brasilska høvuðsstaðnum komnar. Tær eru tíverri ikki so hugaligar, sum mong høvdu vónað.
Veðurforsøgnirnar siga nevniliga, at tað er vandi fyri at tað fer at regna mánadagin, eins og tað eisini seinni í vikuni mest sannlíkt fer at regna. Regn er nakað, sum hóvar luttakarum illa – serliga nú tað er í Brasilia.
Tað kemur meira enn so fyri, at nógva regnið ger havið skitið. Orsøkin er, at fólk í fátækrabýlingum tveita rusk í áirnar, og at tað skolar allan vegin á sjógv. Hetta kann spæla teimum, sum gera ítrótt í havinum, eitt puss.
- Setir ein posi seg fastan í bátin, so er ein noyddur at fáa hann burt alt fyri eitt. Tað kann kosta fleiri pláss í kappingini, og tað ynskja vit ikki, sigur ítróttarstjórin í Dansk Sejlunion, Thomas Jacobsen, við TV2.
Umframt at rusk kann tarna íðkarunum í kappingum, so kann dálkaða vatnið eisini hava bakteriusjúkur við sær. Thomas Jacobsen sigur seg tó ikki óttast fyri hesum, tí donsku íðkararnir hava tikið øll neyðug fyrivarni.