Trýst á pílin undir myndini og hoyr Petur Skeel Jacobsen siga frá veðrinum
Lýggja veðrið seinastu dagarnar heldur fram í dag og í morgin, men fríggjadagin væntar veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, at hitalagið fellir og hevur hegling við sær.
Í dag sigur Petur Skeel Jacobsen frá fimm til tíggju metrum um sekundi av útsynningi og um kvøldið verður regn, við sjey til tíggju hitastigum.
Fyrrapartin í morgin verður frískur vindur - ella 8-11 metrar um sekundi - av suðri og regn, seinnapartin upp í hvassan vind av vestri og ælingur, men tað verður framvegis um sjey og tíggju hitastig.
Fríggjadagin væntar veðurfrøðinguirn, at hitalagið fellir niður í trý til seks stig og sigur enntá frá heglingi umframt hvøssum vindi av útnyrðingi.
Um vikuskifti blíðkar veðrið aftur, og hitalagið fer upp móti 11 stigum.









