Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst eystureftir norðan fyri Ísland, og eitt tilhoyrandi heitt brúgvalag fer yvir Føroyum leygardagin. Síðani flytir eitt hátrýst seg frá bretsku oyggjunum í ein landnyrðing móti Skandinavia og ger veðrið í Føroyum støðugt.
Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, sum snarar í ein vestan, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum upp í ein strúk, 13 metrar um sekundið. Skýggjað og eitt sindur av regni vestanífrá, men um náttina yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr vestri og útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt gul til stívt andøvgsul út á dagin, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og skýggjað fyrrapart, men seinnapartin klárar í og kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað og hitin um 10 stig.
Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum minkar og verður til eitt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, um náttina úr útsynningi og suðri. Skýggjað og támut, men turt og hitin um 10 stig.
Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, sum øtlar til eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað og támut og hitin um 10 stig.
Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men skýggað. Um náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk suðri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 10 og 13 stig.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í ett gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn og hitin um 10 stig.










